Elite-depil

Inni í svimjihøllini

Multihøllin verður altjóða elite-depil til svimjing.

Føroyskir- og altjóða elitesvimjararnir og vanligur svimjarar fara at brúka umstøðurnar í multihøllini. Hugsandi er eisini, at elite-svimjarar úr øllum heiminum hava áhugað í at koma til hesar eksotisku oyggjar á venjingarlegu – eins og Pál Joensen og Jón Bjarnason hava verið í fleiri ymiskum londum í júst hesum ørindum. Tað fyriliggja longu ítøkiligar umsóknir frá útlendskum elite-svimjarum um venjingar-uppihald í Suðuroynni í samband við fyrireikingar til OL í London 2012 – hetta hóast 50 m. svimjihylurin ikki verður tøkur til tað tíð!

Byggja á verandi umhvørvið
Seinastu árini hevur svimjarin Pál Joensen ferð eftir ferð víst, at hóast tær fysisku umstøðurnar ikki eru til tað, so ber til at gerast partur av heimselitenum innan svimjing. EM silvur medaljan á 1.500 m. frí í august í 2010, nr. 4 við HM í summar, gullvinnari við World Cup í Stockholm eru nøkur í røðini av fleiri altjóða avrikum hjá Pál Joensen, sum hava vakt ans í svimjiheiminum.

Spurningarnir frá altjóða fjølmiðlum, kappingarneytum, venjarum og serfrøðingum innan svimjing vóru eftir EM silvurmedaljuna í 2010 og 4. plássi við HM í summar hjá Pál:

Hvussu ber tað til, at Pál Joensen er í toppinum av heimselituni og vinnur á fleiri av heimsins bestu svimjarum, tá hann dagliga bara venur í 25 m. hyli?

Hvat kann svimjarin Pál Joensen ikki blíva til við dagligari venjing í einum 50 m. hyli í Føroyum?

Altjóða úrslitini hjá Pál Joensen og tey nógvu ungu talentini, sum eru áveg innan føroyska svimjing, hava ført við sær, at tørvurin og áhugin fyri einum 50 m. svimjihyli er vorðin størri enn nakrantíð fyrr. Men tað er ikki nokk bara at byggja ein 50 m. svimjihyl og so væntað, at úrslitini koma av sær sjálvum. Samanrenningin av fysisku umstøðunum (til venjing og skúlagongd) og venjaraførleika er avgerandi grundarlag undir einum elite-depli.

Í Suðuroynni hava júst hesi viðurskifti riggað sera væl, við eini samanrenning av elite-umhvørvinum í Susvim og elite-linjuni á Skúladepilin í Suðuroy (3 ára studentsútbúgving yvir 4 ár), sum Pál Joensen eisini hevur gongur á. Tann mest umráðandi parturin í hesum sambandi er tað elite-umhvørvið, sum Susvim hevur uppbygt – eitt umhvørvið, sum tekur ár at byggja upp.