Vælverudepil
Heitir pottar

Multihøllin verður bygd sum ein vælveru-depil fyri alt landið.

Í høllini verður 50 m. svimjihylur, men umframt svimjihyl verður eisini venjingarøkið í sjálvari høllini.. Afturat vanligu hentleikunum í síðubygninginum: umklæðingarrúmunum, amboðsrúmi, forhøll og almennum wc-hentleikum (eisini til rørslutarnaði), verður eisini vælveru rúm, við heitum pottum og sauna. Í síðubygninginum verður eisini ein kantina.

Við øðrum orðum verða í multihøllini allir hentleikar til ein wellnes-depil. Hentleikarnir í multihøllini skapa karmar fyri góðum venjingarumstøðum og júst venjing í svimjihyli – við alskyns nýggjum venjingarformum – er ein møguleiki fyri øll, ung sum gomul, kløn og tjúk, tann illa gongda, eins væl og tann fima. Eftir venjingina ella sum partur av venjingini er møguleiki at gera nýtslu av hitapottum, sauna og gosbaði.