Grøn multihøll

Inngongd við kantinuna

Tá farið verður undir at byggja eina svimjihøll er tað ikki bara byggikostnaðurin, sum er ein avbjóðing, men kanska serliga rakstrarkostnaðurin, tá høllin er liðug. Høvuðsorsøkin er, at svimjihylar sum heild eru dýrir at reka – tað er dýrt at hita upp vatnið í svimjihylum – og 50 m. svimjihylar eru sjálvsagt væl dýrari at hita upp enn teir 25 m. svimjihylarnir, sum vit hava í Føroyum í dag. Hesin veruleiki er helst eisini størsta orsøkin til, at tað eru so fáir svimjihylar í Føroyum í dag og at ongin 50 m. svimjihylur er her á landi.

Í Vági er tó ein gyltur møguleiki fyri at sleppa undan júst hesari forðing. Á elverkinum hjá SEV í Vági er dagliga ein stór avlopsorka, sum ikki verður brúkt. Avlopsorkan rennur á sjógv (kølivatn frá motorunum) og guvar upp gjøgnum skorsteinarnar. Tekniskt er dýrt at endurnýta avlopshitan frá skorsteinunum, meðan tað er einfalt at endurnýta heita kølivatnið frá motorunum til at hita upp multihøllina.Avlopshitin frá elverkinum hjá SEV í Vági nøktar tørvin at hita upp sjálvan svimjihylin. Hartil verður sett upp skipan, at hita upp vatnið til brúsur og vatn annars til kravdu hitastigini.SEV hevur víst verkætlanini við einari Grønari Multihøll á Oyrunum í Vági stóran áhugað og hevur verið sera jalig um verkætlanina at verkæltanin kann brúka avlopshitan frá Vágsverkinum.