50 m. svimjihylur

50 m. svimjihylur

50 m. svimjihylurin í Suðuroy, undir heitinum Grøn Multihøll, verður bygd inni á Oyrunum í Vági, eystanfyri Vágsverkið hjá SEV. Talan verður um ein høvuðsbygning, sum er umleið 60 metrar langur og 22 metrar breiður, tilsamans umleið 1.300 m2. Harumframt verður ein síðubygningur, sum tilsamans er umleið 600 m2 til støddar.

Høvuðsbygningurin fevnir um ein 50 m. svimjihyl við 6 geilum (banum). Venjingarøkið inni í høllini. Økið framvið hylinum og við endan av hylinum til áskoðarar. Og amboðs- og teknikkrúm, sum verður í vestara enda, undir áskoðaraøkinum.