5. des. 2013 andaðist Hanna Smith, 92 ára gomul. Hanna var tann seinasta av fimm systkjum, ið eiga sín part í Vágs søgu. Systkini vóru William, Ruth, Napoleon (Poli), Lina og Hanna.
Avvarandi hjá Honnu ynsktu, at tey, ið vildu lata blómur og krans í smb. við jarðarferðina, í staðin kundu lata eina peningagávu til langhylin í Vági.
Vit í nevndini í grunninum Pálshøll, sum letur byggja langhylin í Vági, eru sera fegin, rørd og takksom um, at avvarandi hjá Honnu Smith á hendan hátt vegna Honnu sendu eina seinastu heilsan til Vágs.
Hanna er jarða í kirkjugarðinum í Korsør við úsýni yvir Stórabelt, men fer altíð at eiga sín lut í langhylinum í Vági.
Aðrastaðni her á síðuni er grein, sum Sonne Smith skrivaði um Hannu Smith.
Beinleiðis leinkja her: http://www.svimjihollin.com/?p=551
Discussion
No comments yet.