tú lesur...

Tíðindi

“Píkasjey, hygga Linu-Petur!”

Hanna Smith og ommanTað rópti Hanna Smith úr Vági (31.7.1921 – 5.12.2013), tá ið hon var komin upp á molan í Havn eftir at hava framt sítt søguliga bragd at svimja av Eystnesi í Eysturoynni til Havnar og sá vágbingin Petur Jacobsen, Linu-Petur, standa á molanum hesa somu løtu.

Hann varð róptur Linu-Petur, tí mamma hansara æt Lina. Hann er vinmaður Tummas Michael Smith, sonur William Smith og bróðursonur Hannu.

Hetta var á ólavsøku í 1943. Hanna var 21 ára gomul og lærdi til sjúkrasystur á sjúkrahúsinum, Dronning Alexandrines Hospital, í Havn.

Teinurin, Hanna svam henda ólavsøkudag í 1943, var næstan fýra fjórðingar, 7,5 kilometrar, eftir tveimum tímum og 50 minuttum. Hetta var met, bæði í strekki og tíð.

Hanna fekk ikki svomið dagin fyri, ólavsøkuaftan, tí veðrið var so ófantaligt, og svimjingin var avlýst.

Vágbingurin Pauli Dahl, yvirlækni á hospitalinum í Havn, vakti hana ólavsøkumorgun, tá ið veðrið var batnað, og hon segði einki um, at hon hevði verið í dansi alla náttina. Hon fekk sjóverk í bátinum út á Eystnes, men leyp útí og svam seinasta strekkið á veg til Eystnes, og so var hon frísk til sjálvt bragdið.

Tá var einki, sum æt vátbúni ella froskmannabúni ella snorkil, og tað var einki, sum æt crawl. Hanna svam bringusvimjing, smurd inn í konsistensfeitt.

Tveir bátar fylgdu við henni, og bygdarfelagi hennara, Pauli Dahl, yvirlækni, var í øðrum bátinum. Hann vildi hava eftirlitið við Hannu, tí tað var hann, sum eggjaði henni til at svimja longsta teinin, vit vita um í søguligari tíð uttan nakra framkomna hjálparútgerð.

Hanna hevði leingi ætlað at prógva, at Sigmundur Brestisson hevði svomið úr Skúvoy til Sandvíkar, og eftir sítt avrik ivaðist hon ikki í, at Sigmundur hevði svomið um Suðuroyarfjørð.

Hanna var 8-9 ára gomul, tá ið ein vinkona skuldi læra hana at svimja vesturi á Vatninum í Vági. Vinkonan slepti henni mitt á vatninum, og Hanna svam víðari sum fiskurin. Síðan spældi hon ikki sum onnur børn, men altíð í vatni, serliga á fjørðinum. Beiggi hennara, William, og hon sóust vár og summar svimja kapp, og bæði vunnu fleiri kappingar, eisini á jóansøku á Tvøroyri av brúnni hjá Thomsen. Hin beiggin, Poli, var sum systkin síni góður svimjari, og hann var við teimum viðhvørt og svam kapp á jóansøku.

Hanna Smith búði í Keypmannahavn næstan alt sítt lív. Har arbeiddi hon sum sjúkrasystur í mong ár. Hon var einkja og barnleys. Hon hevði eitt ríkt lív og hevði neyvt samband við børnini hjá brøðrunum Williami og Pola. Hon var væl lisin mentakvinna við sera víðum sjónarringi.

Sína seinastu tíð búði Hanna Smith nógv viknað á røktarheimi í Korsør. Hon doyði 5. desembur í 2013, 92 ára gomul. Hon var tann seinasta av fimm systkjum, ið eiga sín part í Vágs søgu. Systkini vóru William, Ruth, Napoleon (Poli), Lina og Hanna.

Hanna Smith liggur grivin á vakra kirkjugarðinum í Korsør við úsýni yvir Stórabelt og eitt av heimsins bygningsundirverkum, Stórabeltsbrúnni.

Josefina Smith, bróðurdóttir Hannu, segði í kapellinum sum inngang til sálmin “Tíðin rennur …” eftir Fríðrík Petersen, meðan hon serliga hevði fyrsta og fjórða vers í huga:

Tíðin rennur sum streymur í á,
títt munnu bylgjurnar falla;
lítlum báti rekist eg á,
áraleysur at kalla.

Ein hevur vinurin vilja og mátt
at bjarga mær frá grandi;
Jesus kann føra mín lítla bát
trygt at himnasandi.

For otte år siden var Diddan og jeg til koncert i Garnisons Kirke i København sammen med Hannafaster. Hun sad imellem os. Midt i en af Beethovens allersmukkeste sonater faldt Hannafaster sammen; hendes hoved gled ned på min skulder. Der sad hun ganske stille, ligbleg og livløs med lukkede øjne. Vi to søstre var helt overbeviste om, at Hannafaster var død. Vi vidste ikke, om vi skulle vente indtil pausen med at tage affære, så vi ikke skabte for megen opmærksomhed midt i koncerten, men det afgjorde et par stærke mænd på rækken bag os – de hjalp os med at bære hende ud. På trappen uden for kirken slog Hannafaster øjnene op. Vi var lettede – “vi troede, du sad og døde fra os”. Hun rettede på håret og sagde: “Nå! Ja, det havde da ellers været en passende sortie.”

Torsdag morgen var det alvor, og Hannafaster gjorde sin endelige sortie, desværre uden Beethoven, men i selskab med sin mor, Elin omman, der gik bort for mange år siden. Hun virkede glad for hendes selskab, og jeg spurgte, hvad de talte om. “Det kan jeg ikke rigtigt sige – men mammas stemme er så mild”.

Men som den farverige personlighed, hun var, var det som om hun havde bestemt, at hun heller ikke denne gang skulle gå ubemærket bort. Omkring middagstid trak det op til storm af orkanstyrke. Regnen piskede mod hendes ruder. Havet blot få meter fra hendes vinduer var i oprør, og bølgerne brusede uden ophold ind på stranden. Jeg er sikker på, at de bølger med tiden er blevet blandet med det færøske hav fra Vágsfjord og Nólsoyfjorden.

Nu har søen lagt sig, og Hannafaster svømmer ikke flere rekorder. Hun sidder i sin lille båd, og selv om stormen tog årerne, skal hun ikke være bange for at drive væk på det store hav. Hun har intet at frygte, for Jesus har jo lovet at føre hendes lille båd trygt ind til himlens strand.

 

 

Sonne Smith skrivaði

Discussion

No comments yet.

Post a comment