tú lesur...

Stuðlar

Torgið stuðlar langhylinum

Torgid_EileenSandaTorgið, handilsmiðstøðin í Suðuroynni, og Grunnurin Pálshøll, sum letur byggja langhylin í Vági, hava gjørt stuðulsavtalu fyri komandi trý árini.


So hvørt byggingin av Føroya fyrsta langhyli gongur sína gongd, er áhugin fyri at stuðla hesari spennandi verkætlan vaksin.

Í dag hava Spf Torgið og Grunnurin Pálshøll undirskrivað stuðulsavtalu, sum inniber, at Spf Torgið komandi trý árini verður millum stóru stuðlarnir hjá langhylinum í Vági.

John Henrik Holm frá Grunninum Pálshøll fegnast um at eisini lokalar fyritøkur sláa ring um langhylin, nú langhylurin í næstum verður innilokaður og farið verður undir at gera klárt til at seta sjálvan hylin upp.

Arni D. Brattaberg frá Torginum sigur, at tey síggja tað sum ein natúrligan leiklut at stuðla teimum lokalum átøkunum sum eru. Langhylurin við 50 m. svimjihyli, barnahyli og vælverudepli er ein sera spennandi verkætlan fyri alla Suðuroynna, og hartil ein verkætlan, sum vit eisini vænta fer at ávirka handilslívið í oynni, sigur Arni D. Brattaberg.

Torgið er handilsmiðstøðin í Suðuroynni, sum í miðbýnum í Vági húsar stórum matvøruhandli, kiosk, kafé, klædnahandli, stórum handli við búnýti, umframt útsølu av Okkara øl og sodavatn.

Her á heimasíðuni kann fylgjast við byggingini av langhylinum og vælverudeplinum í Vági.

 

 

Myndina tók Eileen Sandá

Discussion

No comments yet.

Post a comment