tú lesur...

Tíðindi

PÁL-LÁN’ini farin ígongd

2013-03-01-Langhylur-modell_inngongdNú Føroya fyrsti langhylur tekur skap er skipanin við PÁL-LÁN’um eisini farin ígongd. Hevur tú ikki PÁL-LÁN, so er framvegis møguleiki til tess.

PÁL-LÁN er stuðulsmøguleiki hjá vanliga føroyinginum til 50 m. svimjihylin á Oyrunum í Vági. PÁL-LÁN’Nið er skipað soleiðis, at tann einstaki upptekur lán á 9.600 kr. í Suðuroyar Sparikassa, sum verður rindað aftur við 200,- kr. um mánaðin í 4 ár.

Einasti bankakostnaðurin er eitt avgreiðslugjald á 600 kr. Annars er ongin kostnaður av láninum, og fara tí 9.000 kr. í beinleiðis stuðli til 50 m. svimjihylin.

Árskort til húskið í 4 ár
Tey, sum fáa sær PÁL-LÁN fáa so eitt árskort til húskið, sum so kann brúka allar hentleikar í svimjihøllini ókeypis í 4 ár.

Ynskir tú PÁL-LÁN
Ynskir tú PÁL-LÁN, so set teg í samband við okkum á dholm@olivant.fo ella ring á tlf. 222928 (Dennis Holm).

Discussion

No comments yet.

Post a comment