tú lesur...

Stuðlar

Inventar Tænastan stuðlar langhylinum

Inventar TaenastanInventar Tænastan og Grunnurin Pálshøll, sum letur byggja langhylin í Vági, hava gjørt stuðulsavtalu fyri komandi tvey árini.

So hvørt langhylurin í Vági tekur skap, legst afturat í feløgum, sum hava gjørt av at stuðla hesum fyrsta langhylinum í Føroyum. Í vikuni skrivaðu Inventar Tænastan og Grunnurin Pálshøll stuðulsavtalu, sum inniber, at Inventar Tænastan komandi tvey árini stuðlar langhylinum í Vági.

Talið av fyritøkum, sum stuðla veksur í hvørjum, og vit gleðast um, at eisini Inventar Tænastan er vorðin partur av hópinum av fyritøkum, sum stuðlar hesi spennandi verkætlanini við langhyli og vælverudepli í Vági, sigur John Henrik Holm frá Grunninum Pálshøll.

Inventar Tænastan selur handilsinnbúgv og innbúgv til goymslur, skrivstovur, skúlar, barnagarðar, ellis- og eldrabýlir, stovnar v.m., og umframt at selja til stovnar, so selur Inventar Tænastan sjálvsagt eisini til privat kundar. Lesið eisini meiri um Intenver Tænastuna á www.inventar.fo.

Her á heimasíðuni kann fylgjast við byggingini av langhylinum og vælverudeplinum í Vági.

 

 

Discussion

One Response to “Inventar Tænastan stuðlar langhylinum”

  1. deetta er f6rugglega rfagsigtimjf6l fe. e. sigtaf0 rfagmjf6l feaf0 er t.d. ed normalbrauf0i feetta er mikif0 fednna en vnulejegt rfagmjf6l feved bfaif0 er af0 taka mestu trefjarnar ed burtu.Bif0 af0 heilsa f6llum

    Posted by Karla | 21. februar 2016, 21:54

Post a comment