tú lesur...

Stuðlar

PF Poul Michelsen stuðlar langhylinum

PM-LOGOPF Poul Michelsen og Grunnurin Pálshøll, sum letur byggja langhylin í Vági, hava gjørt stuðulsavtalu fyri komandi trý árini.

Vit fegnast um, at ein so týðandi fyritøka sum PF Poul Michelsen hevur valt at stuðla langhylinum, sigur John Henrik Holm frá Grunninum Pálshøll, nú PF Poul Michelsen hevur gjørt 3 ára stuðulsavtalu við langhylin.

Gunnar Mohr stjóri á PF Poul Michelsen sigur, at PF Poul Michelsen hevur alt landið sum marknað og borgarar kring landið sum kundar, tí royna vit eisini at stuðla ymiskum átøkum kring landið. Júst hendan verkætlanin við langhylinum í Vági er sera spennandi og slóðbrótandi, og er ein verkætlanin, sum vit eru fegin um at kunna stuðla.

P/F Poul Michelsen, sum varð stovnað í 1974, er mest kend sum serheilsøla innan køl- og frystivørur. Men fyritkøan hevur í dag ment seg til eisini at fevna um flutning, reingerð, catering, umframt umboðan av fleiri kendum vørumerkjum. Tað starvast umleið 60 fólk hjá PF Poul Michelsen, sum heldur til á Hoyvíksvegi 74 í Havn.

Discussion

No comments yet.

Post a comment