tú lesur...

Stuðlar

Føroya Tele stuðlar langhylinum

FøroyaTele-logo_210 Tele og Grunnurin Pálshøll, sum letur byggja langhylin í Vági, hava gjørt stuðulsavtalu fyri komandi tvey árini.

Tað legst afturat í feløgum, sum stuðla langhylinum í Vági. Og í vikuni undirskrivaðu Føroya Tele og Grunnurin Pálshøll stuðulsavtalu, sum inniber, at Føroya Tele komandi tvey árini stuðlar langhylinum í Vági.

Vit gleðast um, at Føroya Tele eisini er vorðin partur av hópinum av fyritøkum, sum stuðlar hesi spennandi verkætlanini við langhyli og vælverudepli í Suðuroynni, sigur John Henrik Holm frá Grunninum Pálshøll.

Stuðulsavtalan við Føroya Tele førir við sær, at dygdargóðar tænastur á samskiftisøkinum kunnu veitast í langhylinum í Vági.

Discussion

No comments yet.

Post a comment