tú lesur...

Tíðindi

Ein fólksligur svimjihylur tekur skap

2013-04-12 Folksligur svimjihylur tekur skapFyrst í desember í 2012 byrjaði arbeiði at byggja Føroya fyrsta langhyl á Oyrunum í Vági. Men talan er um nógv meiri enn eina svimjihøll við 50 m. svimjihyli, tí svimjihøllin í Vági fevnir sera breitt, er eitt breitt fólksligt tilboð.

Í svimjihøllini verður 50 m. svimjihylur við 6 geilum (16 m. breiður). Hesin er sera væl egnaður til svimjivenjing og -kappingar, bæði hjá føroyskum og útlendskum svimjarum. Hylurin er eisini gjørdur soleiðis, at hann kann býtast í tvey, so at kappingar kunnu verða í 25 m. hyli.

Umframt til svimjarar, so er svimjihylurin sjálvsagt eisini ætlaður øðrum brúkarum. Dýpi í einum parti av svimjihylinum er beint omanfyri 1 metur, soleiðis at hylurin kann brúkast í smb. við t.d. skúlasvimjing og barna- og familjusvimjing.

Leggjast kann afturat, at tað verður ein røð av venjingartilboðum fyri vanlig fólk í svimjihylinum. Hesi tilboð verða skipaði av fakfólki í vár og í summar.

Afturat 50 m. svimjihylinum, so verður í svimjihøllini eisini ein smábarnahylur, sum er umleið 6 x 4 metur og 40 cm djúpur. Hesin hylurin verður, sum vanligt er við slíkum smábarnahylum, nakað heitari enn stóri 50 m. svimjihylurin. Og sum tað liggur í navninum, so er hesin hylurin serliga ætlaður smærri børnum.

Umframt tveir svimjihylar (sum longu eru komnir til landið), so er í svimjihøllini eisini eitt stórt økið, ið verður brúkt í smb. við kombinatións-venjing, tá vant verður í hylinum og uppi á turrum. Hetta verður brúkt bæði í smb. við venjing svimjarum og øðrum ítróttarfólkum.

Í svimjihøllini er eisini gjørt klárt til at ein rutsibani kann setast upp, men hesin parturin av verkætlanini er tó tengdur at, at fígging fæst til rutsibanan.

Í síðubygninginum til svimjihøllina verður vælverudepil við heitum og køldum pottum, og við gos-baði og sauna, umframt at eitt rúm verður, har tilber at fáa massagu.

Umklæðingarrúm og forhøll verður eisini í síðubygninginum, sum harumframt eisini húsar kantinuni, sum er umleið 130 m2 til støddar.

Svimjihøllin er sjálvsagt bygd soleiðis at tey, ið bera brek, sita í rullustóli ella eru illa gongd, lætt fáa brúkt hentleikarnir í svimjihøllini.

Sum heild er sostatt talan um eina svimjihøll við einari røð av tilboðum, til ein fjøltáttaðan skara av brúkarum – í stuttum ein fólksligur hylur.

Her á síðuni kann fylgjast við gongdini.

 

 

Discussion

No comments yet.

Post a comment