tú lesur...

Tíðindi

EIN DREYMUR GJØRDIST VERULEIKI

Páls Høll 17-10-2015 RIJ18. august 2010, 7 dagar eftir at Pál Joensen hevði vunnið silvur við EM í Budapest í Ungarn, møttust okur – John Henrik Holm, Dennis Holm, Jón Bjarnason, Andrias Jacobsen, Heri Mortensen – til fundar á skrivstovu mitt í Vági.

Evnið á fundinum var eittans: Byggja langhyl í Vági.

Á borðinum var “eitt blankt pappír”.
Ongir tøkir pengar ella ítøkiliga ætlan hjá nøkrum um at seta pengar av til langhyl.
Ongin verkætlanarlýsing
Ongar tekningar.

Bara ein dreymur um ein langhyl, ein 50 m. svimjihyl – og í øllum førum gera 2 ella fleiri geilir. Og so ein ætlan um at byggja inni á Oyrunum í Vági, í teirri vón, at tað fór at bera til at fáa avlopshitan frá Vágsverkinum hjá SEV.

5 ár og 2 mánaðar seinni er dreymurin vorðin veruleiki. Páls Høll er latin upp fyri almenninginum. Pappíri, sum lá á borðinum 18. august 2010, er ikki longur blankt, men dekorerað við einari svimjihøll við einum 50 m. svimjihyli við 6 geilum, einum barnahyli, einum vælverudepli, einari venjingarmiðstøð og einum café-øki.

Hátíðarhaldið leygardagin 17. okt. 2015 var sera rørandi. Orð eru fátøk, men uttan tykkum øll, sum hava rætt verkætlanini ein hond á leiðini, var eingin Páls Høll.

Hjartaliga takk øll somul !

 

 

Myndin omanfyri tók Rókur í Jákupsstovu. 

Myndirnar niðanfyri tók Bjartur Vest Joensen.