tú lesur...

Tíðindi

Sjálvboðin gjørt sauna og gosbað

Seinastu vikurnar hava sjálvboðin arbeitt við at gera Páls Høll klára til upplating. Millum annað eru gjørdar tvær nýggjar saunaðir, umframt eitt gosbað.

Umstøðurnar til at njóta eina løtu, fáa vælveru til krop og sál, eru framúr góðar í Páls Høll. Sjálvboðin hava nú gjørt sauna til kvinnur og sauna til menn lidnar, umframt at gosbað eisini er gjørt. Í vælverudeplinum er eisini heitur pottur og massagu-rúm.

Hesi og aðrir hava staðið fyri arbeiðinum at gera saunaðir og gosbað.