tú lesur...

Tíðindi

Nú er klárt til koyristólsbrúkarar og illa gongd

Lyft-2015Nú er lyftin, sum skal gera tað betri atkomiligt hjá koyristólsbrúkarum og illa gongdum, sett upp í langhylinum.

Frá byrjan hevur verkætlanarbólkurin handan langhylin lagt stóran dent á, at koyristólsbrúkarar og illa gongd skulu hava góðar umstøður í Páls Høll.

Til dømis eru øll WC handikapp vinarlig. Harumframt er eisini ein lyft frá økinum har skiftirúmini eru og upp í sjálva svimjihøllina. Hetta fer at gera tað munandi lættari hjá koyristólsbrúkarum og illa gongdum at brúka langhylin.