tú lesur...

Tíðindi

Alexander og Teitur skrivaðu søgu

Teitur-Alexander-PálsHøll11 ára gomlu Alexander (høgrumegin) og Teitur (vinstrumegin) úr Vági skrivaðu seinnapartin fríggjadagin 18. sept. 2015 søgu.

Teir báðir vinmenninir vóru seinnapartin og hjálptu til í Páls Høll, langhylinum í Vági. Í hesum sambandi sloppu teir eisini í svimjihylin og gjørdu teir beinanvegin bart, og svumu sum teir fyrstu her á landi 50 m. í einum 50 m. svimjihyli.

Stóltur vóru teir, tá teir komu á mál, og høvdu skrivað seg inn í søgubøkurnar.