tú lesur...

Tíðindi

Fundur fyri áhugaðum fyri vælveru-tilboðum í Páls Høll

WellnessTórsdagin 27. august kl. 16.30 verður fundur fyri terapeutum, massørum vm., sum hava áhugað í at verða partur av at bjóða út vælveru-tilboð í Páls Høll.

Umframt langhyl, barnahyl og venjingarmiðstøð, so er eisini ein vælverudepil við sauna, gos-bað, heitum-potti og gos-potti og tvey viðgerðarrúm í Páls Høll.

Í samband við at vælveru-tilboðini / wellness-tilboðini nú skulu skipast, verður fundur fyri øllum áhugaðum terapeutum, massørum vm., sum hava áhugað í at verða partur av vælveru-tilboðnum í Páls Høll.

Fundurin verður í Páls Høll tórsdagin 27. august kl. 16.30.