tú lesur...

Tíðindi

Seinasta hond løgd á langhylin

2015-08-Langhylurin-gjordur-klarurSeinasta hond verður nú løgd á langhylin, soleiðis at klárt verður at fylla vatn í innan 1 viku.

Fólk frá Myrtha Pool (sum eisini hevur latið hyl til HM í Kazan, sum endaði í gjár) eru í løtuni og gera langhylin kláran til vatn áfyllin, samstundis sum barnahylurin verður gjørur heilt liðugur.

Í spenningini hevur verið bíðað eftir degnum, har vatn streymar í langhylin. Hesin dagurin nærkast nú í stórum og síðst í hesari vikuni verður farið undir at fylla vatn í langhylin.

Tað tekur nakrar dagar at fylla vatn í hylin. Tá tað arbeiðið er gjørt, koma fólk frá Myrtha Pool og seta í drift vatnreinsianleggið og innkoyra allar automatisku skipaninar.