tú lesur...

Tíðindi

Brúsurnar settar upp

2015-05-28-brusurNú eru brúsurnar settar upp í langhylinum.

Arbeiðið við at leggja vatn í langhylinum gongur væl og nú er ikki langt á mál. Sum kunnugt eru wc og vask íbundin, og nú eru brúsurnar eisini settar upp, og verða íbundnar fyrsta dagin.

Handverkarar frá Tangavirkinum í Vági standa fyri arbeiðinum, og taka sær somuleiðis av, at gera hitaverkið liðugt. Hetta arbeiðið gongur eisini væl.