tú lesur...

Tíðindi

Birgit Hestoy stuðlaði langhylinum

birgit-hestoyLeygardagin 18. apríl andaðist Birgit Hestoy, undangongukvinna í føroyskari svimjing, 88 ára gomul.

Avvarandi hjá Birgit ynsktu, at tey, ið vildu lata blómur og krans í smb. við jarðarferðina, í staðin kundu lata eina peningagávu til langhylin í Vági.

Vit í nevndini í grunninum Pálshøll, sum letur byggja langhylin í Vági, eru sera fegin, rørd og takksom um, at avvarandi hjá Birgit Hestoy á hendan hátt vegna Birgit sendu eina seinastu heilsan til Vágs og til føroyska svimjing.