tú lesur...

Tíðindi

Pál vitjaði í Páls Høll

2015-05-17 Pál í Pálshøll

Í samband við FM í svimjing er Pál Joensen í hesum døgum í Føroyum. Og tann nú 116 faldi FM gull-vinnarin, umframt eitt ótal av gull í liðkapping, var sjálvsagt eisini á vitjan í nýggja langhylinum í Vági.

Tað var eisini ein sera fegin og ófarin Pál Joensen, sum hendan sunnudagin mitt í mai varð á rundvísing í Páls Høll. Á rundferðin varð greitt frá hvussu langt verkætlanin er komin, og at nýggi langhylurin verður tikin í nýtslu í summar. -At hetta er nakað, sum Pál gleðir seg til, er óneyðugt at leggja afturat.

Pál greiddi frá, at svimjarar úr øllum Evropa spyrja aftur og aftur nær teir kunnu koma til kapping í nýggja langhylinum inni á Oyrunum í Vági. Stýrisbólkurin handan Páls Høll er sjálvsagt vitandi um útlendska áhugan. Og leggjast kann afturat, uttan at avdúka ov nógv, at tað verður arbeitt við fyribils dato’um í heyst, har ætlanin er at fyrsta altjóða kapping á langgeil verður í Føroyum.