tú lesur...

Tíðindi

PÁL – LÁN tín stuðul !

Nú fær vanligi føroyingurin eisini møguleika at verða við til at gera ætlanina um 50 m. svimjihyl í Vági til veruleika.

Við PÁL – LÁNI í Suðuroyar Sparikassa kanst tú stuðla 50 m. svimjihylinum við 9.000 kr., sum tú rindar aftur við 200,- kr. um mánaðin í 4 ár.

Lánsupphæddin verður 9.600 kr.

Einasti bankakostnaðurin er eitt avgreiðslugjald á 600 kr., sum gevur ÅOP (Årlige Omkostninger i Procent) á 3,82%. Annars er ongin kostnaður av láninum.

 

Árskort til húskið í 4 ár
Fyri stuðulin fært tú árskort til svimjihøllina, soleiðis at tykkara húskið ókeypis kann brúka svimjihylin og allar hentleikar knýtir at hylinum í 4 ár.

 

Ynskir tú PÁL-LÁN
Ynskir tú PÁL-LÁN, so set teg í samband við okkum á dholm@olivant.fo ella ring á tlf. 222928 (Dennis Holm).

 

Umsókn um PÁL-LÁN

Umsóknina um PÁL-LÁN kanst tú taka niður her

 

 

Discussion

No comments yet.

Post a comment