tú lesur...

Stuðlar

SPF Kirvi, ið selur LOPRANSVATN stuðlar langhylinum

LopransvatnSPF Kirvi, ið selur LOPRANSVATN, telist nú eisini millum nógvu stuðlarnir hjá Grunninum Pálshøll, sum letur byggja langhylin í Vági.


Nú dagurin nærkast, har langhylurin verður tikin í nýtslu, er áhugin fyri at stuðla spennandi verkætlanini við langhyli, barnahyli, vælverudepli og venjingarmiðstøð, vaksandi.

Grunnurin Pálshøll fegnast um at Kirvi LOPRANSVATN stuðlar langhylinum og á tann hátt verður við til at føra hesa stórslidnu verkætlan á mál.

Kirvi LOPRANSVATN er eittfelag, sum selur vatn, ið tappað verður úr Sumbiarberholinum á stórar dunkar. Frá Kirvi LOPRANSVATN fáast sostatt loysnir við kølara og dunkum við heimsins besta vatni, og loysnirnar eru bæði til fyritøkur og privata húsarhaldi.

Her á heimasíðuni kann fylgjast við byggingini av langhylinum í Vági.