savn

Tíðindi

This category contains 127 posts

Páls Høll nýggja heimasíðu palsholl.com

Páls Høll hevur nú fingið nýggja heimasíðu, har upplýst verður um virksemi í Páls Høll. Heimasíðan er á palsholl.com

EIN DREYMUR GJØRDIST VERULEIKI

18. august 2010, 7 dagar eftir at Pál Joensen hevði vunnið silvur við EM í Budapest í Ungarn, møttust okur – John Henrik Holm, Dennis Holm, Jón Bjarnason, Andrias Jacobsen, Heri Mortensen – til fundar á skrivstovu mitt í Vági.

Kort til Pál-Lán’arar

Í næstu viku (frá 19. – 23. okt.) verða kortini til Pál-Lán’arar gjørd klár at senda út. MEN sjálvandi kunnu Pál-Lán’arar svimja og brúka vælverudepilin frá leygardegnum 17. okt. kl. 13.00.

Pál og Henrik og Sirið lata upp Páls Høll

Leygarmorgun kl. 10 verður alment hátíðarhald í Páls Høll, tá Páls Høll verður latin upp fyri almenninginum. Og tað verður sjálvsagt Pál Joensen, sum kemur at lata upp Páls Høll, og verður hetta gjørt saman við lokalu landsstýrisfólkunum Henrik Old og Sirið Stenberg. Hátíðarhaldið byrjar kl. 10 leygarmorgun, tá John Henrik Holm og Dennis Holm […]

Sjálvboðin gjørt sauna og gosbað

Seinastu vikurnar hava sjálvboðin arbeitt við at gera Páls Høll klára til upplating. Millum annað eru gjørdar tvær nýggjar saunaðir, umframt eitt gosbað.

Sigurð Marner Simonsen leiðari í Páls Høll

Sigurð Marner Simonsen, sum er settur sum leiðari í Páls Høll, hevði sín fyrsta arbeiðsdag í dag.

Páls Høll letur upp 17. okt. 2015

Hátíðardagur verður í Vági leygardagin 17. oktober 2015, tá Páls Høll letur upp fyri almenninginum.

Nú er klárt til koyristólsbrúkarar og illa gongd

Nú er lyftin, sum skal gera tað betri atkomiligt hjá koyristólsbrúkarum og illa gongdum, sett upp í langhylinum.

Alexander og Teitur skrivaðu søgu

11 ára gomlu Alexander (høgrumegin) og Teitur (vinstrumegin) úr Vági skrivaðu seinnapartin fríggjadagin 18. sept. 2015 søgu.

Hátíðarløta: Svimjihylarnir handaðir

Seinnapartin í dag, ónsdagin 27. august 2015, var ein hátíðarløta í Páls Høll, tá báðir svimjihylarnir – 50 m. svimjihylurin og barnahylurin – vórðu handaðir Grunninum Páls Høll.